top of page

X

Einki opið ball, duravørð, optimalt

Tú sært hann snýtir fólkið fyri ein dollar-dans

Dumpaður inn í býráðið sum hjálpandi men bílig hond

Ummøblera tingið, eingin flokkur uttan skúlagongd

skilagóð og lovandi, tær planleggja nokk

men taka maskuna av og eingin stendur fast við sítt lort

tað er sum ein kapping um roks, bara tú fær saldoina í topp

í politikk’ sum ateist, men ger alt fyri ein kross

eingin munur, erligur til tað er avgreitt
prædikan til demokratiið, so tú veitst tað er væl skapt

tí ein og hvør kann fella fyri at royna at stilla upp, tá fleirtalið eru klovnar og slangur, tað reina sirkus.

Sjórænarar, frelstir menn av vinnuni, svangir eftir skattinum til endaðir í kistuni

sissa meg, nei, alt for fyltir upp við ilsinni

banka upp á hesar dyrnar og grýlan fær slikk úr splittuni

fólkið verður gjørt til gjøldur, troyttur tí tú er forsømdur

eingin nevndur, eingin gloymdir, eg meini við okkum øll her

fyri ikki at tosa um baktalan og rós, realityshow, tađ ræður um vón, men alt eg hoyri er

 

Uppskot, maskutrongd
Atkvøður, grýlubomm
Valdir inn, kattakong
Grýluball á tinginum

Uppskot, maskutrongd
Atkvøður, grýlubomm
Stillar upp, kattakong

Uppskot, atkvøður, stillar upp
Grýluball á tinginum

 

Gongur sum ein kongur
Fari longur enn til tops
Drekki dubultan moral fyrstafloks on the rocks
Og plakatin hongur longur, tí mítt status er so nógv
Haldi hond yvir málið við trongd
Kom set eitt X

Tosi ei føroyskt, tosi pengar
Følilsir? Nei, oyrur telja
Og ikki veksla tað við rætt ella skeivt
Havi runnið hetta lortið her, man eg kann ikki fangast
Eri á toppinum av rokningum
fokk, hvat tit brokka um
Bara kalla meg king (king)
Rocka við flokkinum
Niðri við blokkinum
Fronti og geri mítt ting (mítt ting, mítt ting)
Yeah, hendur í krukkuna
Pengar upp í luftina
Vit stýra for vilt (vilt)
Champagne-kampanja
vit poppa hesa bransjuna
Fløskan er rist (rist, rist)
Misti mítt lyfti inn á tingið

Nú svingi eg frá høgru til vinstru
Pynti mítt ynski
Tá tað kemur til stykkis
At sleppa inn í gildið, var tað einasta eg vildi

 

Klovnar og slangir, tað reina Sirkus!

 

Uppskot, maskutrongd
Atkvøður, grýlubomm
Valdir inn, kattakong
Grýluball á tinginum

 

 

bottom of page