top of page

TÓRSHAVN

Trakk’ upp Tórshavn, staturin setur støðið enn

Stoltur havnarmaður hetta er rapp frá Inga Sørensen

Men líkaglaður nokk, fuck hvussu eg uppføri meg

Tað tættasta vit koma uppá seyðin, er at halda í ølini

(Ja) Kom blotta teg, tá meiningin er lítil, til biltúrar í náttini við skeivum kompaníi

Tað er har politikkarnir satsa uppá landið

Men fyltir við meira pissi enn handan spannin hjá Astu! Hetta er Tórshavn

Trakk’ upp, plássið er 1., har helvtin hava pick-up-lines á støði hjá Bigga.

Monkey night, skilið bananas, har tíkir stritta,

Har dagurin er Halleluja, men náttin fær fólk at skifta.

Vit byggja tað hampiligt, men maskan yvir potthøvd,

Vit baby-rockarar, sum standa í Steinatún sum ”fuck øll”.

Umringaður av blackmail sum rykkjari,

Tað einasta vit mangla, eru vápnaloyvi og stripparar.

 

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

 

Eg eri komin upp aftur við Okkara á bakinum og tunaðum scootarum, ”fuck-tað”-attitudini og buldur frá stuðlinum.

Ein fingur upp í kuldanum, so búrhundur í huganum, tí sjangrirnar í rútinum fyllast við reyvpularum.

Landsdyst, bakkast upp, Havnin finnir lagið. Frá Tórshøll til Tórsvøll, lættari at vitna tapið.

Frá Rex og so til Mimir, leggja Sirkus’ið til hendurs. Frá Glitnir upp til Cleo bara barrvørðurin er kendur.

Úlvarnir nú svangir, nakka hjallar fyri gull, meðan slaturin fer runt, og dekkar gøturnar sum bums.

Smábørn frá Deep standa á toppi til tað bíliga, og hagin er ein samling til fløskur við silvurpapíri á.

Skíti á, studentarnir teir forma seg sum kong, meðan gjeikarnir við trongd sita og goyma seg í Hvonn.

Har mammudreingir renna runt og mangla disiplinið, og stressið kemur av at royna at skaffa medisinið.

 

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

 

Staðið tú kannst rocka cowboy-buksur og tufflur, nikka høvdið til hetta beatið, meðan tú pimpar tín sjuss her.

Sama gamla staðið, lítið broytist uttan veðrið, teir somu gomlu-bumsarnir í Steinatún við veskuni

Hjartavinir í býnum men eingin heilsar næsta dagin, eyguni venda hinvegin, eg veit tú kennir slagið

Big shots ganga runt betrakta seg so nógv, ja øll eru kunstnarar bara eftirnavnið er kent.

Hipstarar so øðrvísi og teir verða ikki færri, og allir hava sama smak (kotilettirnar frá Karli).

Kom fylg mær nærri til, har sólin aldrin skínur á. Konur sólbrillur á og mennirnir teir skifta frá klædningi til wifebeaters, ja, tú kennir slagið. Keða okkum í hel við hvørjum útvatnaða lagið.

Stemmur sum ikki eingongd kunnu brúkast til hetta valið, avstað við tí gamla, opnað oyruni tá eg tali.

 

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Eg kann vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

Lat meg vísa vegin fram. Málið er í Tórshavn

bottom of page