top of page

TAKK FYRI NÚ ft. DANNY & THE VEETOS

Eri ikki kendur fyri at vísa kenslur, men gravi djúpt niður í beatið
Blaði í gjøgnum síður av mær sjálvum, sum eg aldrin havi lisið
Alt hevur verið upp og niður, men alt er frammanfyri
Tað einasta eg eri bittur inn á er, hví eg ikki havi givið mær tíð til familju
Havi sæð lívið gjøgnum ein fløskubotn og sigldi bara avstað
Nú sendi eg eini boð via fløskupost og biði niðri á knæ
Um fyrigeving og takk í senn
Einki tár á kjálkanum, come on, vit eru vaksnir menn
Men fyrst fremst
Takk og lov fyri mína betru helvt, ið gav mær dótrinia og ró
Fyri homies, fyri sveitta, fyri tár og fyri blóð
Fyri í dag og fyri tá
Fyri góð minnir, fyri alt
Fyri tað, vit gjørdu í gjár og fyri tað, sum kemur næst
So hevði eg bara havt tíðina á mínari síðu
So leingi sum eg vildi
So leingi sólin skínur og mánin lýsir myrkrið

Vil bara vísa, hetta er meir enn rapp
Mítt eitt, mítt alt
So leingi eg livi, so takk fyri nú

 

Vit hava ongantíð skund, at hyggja aftur um bak

At síggja hvar, ið eg kom, higartil
Um eg í grøvini liggi, smílist eg enn

Tey minnið, eru mítt eitt, mítt alt

 

Ótrúligt hvussu tíðin er enn í sama standi

Og hvussu mann brádliga missur tamarhaldið

Tú veitst ikki, hvat tú hevur, fyrr enn tú missir tað,

Og alt tað viktiga er sjónligari, um tú far eina pausu
Eg spoli aftur í tímaglasið fyri at síggja klárt

Tók eg fyri givið ella gav eg frá mær, og smílti eg nokk?

Eingin løn er sum minniríkið frá dag eitt, avgreitt

Eitt úrslit av ferðini er tað eg eri, so eg takki fyri heimið, har kærleikin altíð livir

Takki fyri, at mín familja var loysnin til allar krisur

Takki fyri míni kæru, einki er sum góðir vinir

Og takki fyri at mín hetja bleiv mamman til mín synir,

Um eg eri horvin í morgin, er hendan røddin mítt lív

Ikki syrgja mína vegna, lyft høvdið tađ er fínt

Eg veit tað ljóđar eitt sindur løgið, men satt kemur út
Tí um eg ikki nái at siga tað áđrenn, er hetta takk fyri nú!

 

Vit hava ongantíð skund, at hyggja aftur um bak

At síggja hvar, ið eg kom, higartil
Um eg í grøvini liggi, smílist eg enn

Tey minnið, eru mítt eitt, mítt alt

 

Vit hava ongantíð skund, at hyggja aftur um bak

At síggja hvar, ið eg kom, higartil
Um eg í grøvini liggi, smílist eg enn

Tey minnið, eru mítt eitt, mítt alt

 

 

bottom of page