SYREALISTISKT
(Kom fell inn í mitt tripp, alt er syrealistiskt)
Eg standi stilt og renni kjaftin, men ivist í hvørjum orði
Fangaður í øllum farvum, spyr meg ikki "hvussu er vorðið?”
Eg felli fyri náttúruni, uttan at trippa svampar
Sjónarmálið er hvirt, starandi eg byggi tankar
Í høvdinum, klastrofobiskt, eri kroystur í einum búri
Vanir við at koksa, men kenni ikki til henda rúsin
Blástur av onkrum krúti, har málið er at droyma nokk
Røddin er ring at fanga, men freistingin hoyrist gott
Hvat og hvussu? Hvør og hvar? Reageri sum "halló"
Aftursvarið er bara eitt ekkó
Eg hoyri pulsin taka yvir, men fái ikki lív í fótin
Tíðin er sum ein spurtur, klokkan er á slow motion
Eyguni mala í ring, tað eg síggi er sum eitt diashow
Sveittabrot á yvirflóð, er hetta yvirdose?
Men alt eg hugsi er kulka og meira at roykja
Eg vil rokna hetta út, men veit úrslitið er paranoia
Stríðist viđ at anda, neyðugt, men keðiligt
Svakari enn nakað annað, hvat um tað er evig tripp
Eg detti í niðurtúrin sum klárur til at missa mót
Men andi inn, blundi og holdningurin skiftir kós,
Nina!
Inn í fantasiina
Tú er bangin fyri at liva
(Kom fell inn í mítt tripp, alt er syrealistiskt)
Nina!
(Eg chilli)
Inn í fantasiina
(Eg chilli)
Tú er bangin fyri at liva
(Eg chilli)
(Kom fell inn í mítt tripp, alt er syrealistiskt)