SVART UPPÁ HVÍTT ft. ÓLAVUR Á VÁLI
Ein annar dagur, eitt annað vers, uttan vind til mítt flow
Tóm evni, ringt lag við ongari skriftligari vón
Eg bindi ynskir og sjón, flowið frá myndum til ljóð,
Men uttan (…) er ringt at brenna fyri inspiratión
So skrúva upp til rastleyst, koyr oyrabúffarnar á max
Brúka kjaft til svakt rapp og slakta okkurt hart
Ay, yo “Við Swangah á mínum ryggi", aargh, fokk, hatta havi eg brúkt fyrr
For old school til nýtt, hetta er fanime ikki mín stílur!
Hetta drepur meg, tað etur meg, problemini byrja at seta seg
Við penn og pappír í hond, her er fokking einki, sum gevur seg
Svøvnleysar nætur har eg stari á ein blankan vegg
Føli einki, sjálvt røddirnar í høvdinum eru farnar vekk
Tómar øl, Prince-pakkar, barnagrátur og pizzabakkar
Dýrabar tíð men einki Rolex, so daman kallar
Fokk rapp, fokk eitt vers
Enn eitt eitt pappír rukka saman, skrætt upp og koyrt í skrell. Helviti
Renni vilstur millum taktir og rím
Og leiti sum farvublindur, hetta er svart uppá hvítt
Bæði aggressión og kærleiksvón einki nýtt
Sum farvublindur hetta er svart uppá hvítt
Hmm mann kundi selt út, men tað Swangah er alt for psykist
Og alt tað materialistiska er alt for typiskt
Hetta drepur meg spakuliga, men tað evnið brúka Fugees
Eg lúri yvur til Ragnar meðan hann skrivar inn við full speed!
Ahh shit, alt eg fái niður er krydsedullir
Steen hyggur yvir sum at eg burdi havt skrivað bumbur
Einki tricks frá mínum ermum, bara roks at skræða sundur
Og øll beatini ljóða meir sum buldur enn nakar kunstur
Alt er innistonkt, blindur á leið
At bróta út writersblock sum mítt heim
Eg føli skund, so hví arbeiði eg seint
Kom nú í sving, fólkið bíðar eftir meir
Stríðist við eitt rapp uttan rím
Men standi fastur sum hví
Ein meining uttan konsept
Tí lættliga tað sæst innaní
Men einki svart uppá hvítt
Alt stendur stilt uttan blekk
Renni vilstur millum taktir og rím
Og leiti sum farvublindur hetta er svart uppá hvítt
Bæði aggressión og kærleiksvón einki nýtt
Sum farvublindur hetta er svart uppá hvítt