SKIT (RESPEKTERA MÍTT ORÐASPÆL)
Hetta er Judasa karma
Freddy Kruegersa marra
Vit brúka krút frá vár Harra, so renn út í tað farna
Tá rappfútarnir larma, fokk boksing og judo
Ómøguligt fyri menniskju, gott at tey síggja ufo.
Uno, dos og krút er í brúk her
Eg hevði ein psykolog, men hann segði, eg var alt for sjúkur
Fólk eru ótakknemlig, einki kemur í kontuna
Eg føli meg sum tann, ið dekkaði borð til síðstu máltíðina, gloymdur!
Tú mást skrúva anleggið eitt sindur upp,
Í skúlanum fekk eg skeld, tí eg koyrdi skeivan fingur upp.
Eg havi fokking tekstir, slow flow og spurtir, men alt er goymt burtur, sum Jenisa murtur.
Mín holdningur, eitt amboð lurta og gev mær rætt.
Ein sjálvglað hondsag, tí eg kann saga alt.
Eg eri tónleiksandadráttur, forbannað flottur og stoltur, mín kroppur er ein robottur,
sum lokkar offur sum stoffir.
Orðaspæl! Underground-rapp eg rími, men kalla tað eitt fokking soundtrack til pínu, eg spýti sjúkt!
Swangah Dangah taka yvir, tí Belilas Synir eru ikki sum hinir.
Ja, Guð skapti verðina upp á eina viku, men hann brúkti fleiri mánaðir uppá tað, sum eg skrivi
Respektera mítt orðaspæl.