RÍM ÚR KOLKJALLARANUM
Ikki tann sami,
Mín pennur situr svakur við róðrinum,
Eg missi mítt tamarhald, eg detti av stólinum.
Við ísi í blóði, einglum í kóri, ein profetur er fallin, tað er ljóði frá djórinum.
Við strangari boðskapi enn tann gamla koranin,
So faðir fyrigev mínum syndum, Amen.
Satan drívur verðina við freistingum og vilja tað,
Tað følist gott, men er skeivt, er alt ov ringt at skilja.
Tað virkar sum, at religión framleiðir kríggj,
Og alt fólkið reagerar sum djór, hetta er ikki nýtt.
Tú livir í einum staði, har myrkri hevur funnið teg,
Har lógin og politikarir seta fólkið undir seg.
Í Kina har klæðir og vørur verða designað'i,
Er sjey ára gamalt nokk til “Ung í arbeiði”.
Hvat helviti feilar her?
Eg føli meg bundnan, og eingin fer nakrantíð at síggja meg renna undan.
Vit spæla í einum leiki, sum dukkur á snórinum,
Í køkinum hjá satan, ein luktur frá ovninum.
Men einki er hopleyst, so statt upp og protest,
Og lat meg vísa veg við at deila flowið sum Moses!
Kom ein, kom øll og fylg við, um tú lurtar,
Tí fólkið dekka oyruni, so skjótt sum mann blundar.
Eg planti nú fræðið til renoverings systemi,
Eg vendi alt um og gevi toppinum migrenu.
Fokk gamla testamenti, hetta er tað fjalda testamenti.
Blóðið rennur úr mínum penni, niður á papíri sum brennur.
Lat meg fortelja hvat hendir, fólkahandlar framman fyri okkum øll,
Børn seld aftur og fram, verðin er køld.
Hoyra skríggj frá amputeraðum tungum,
Marknaðurin í undirgrundini leiðir tráðin fram til tey bundnu.
Fløkt inn í sannleikum, lygnir og vita einki, tí alt verður deilt upp í reyðar og bláar brillur.
Í narkosu av lýsingum,
Tú vaknar við hypnosu, meira pengar til tey á stýrinum, lurta eftir ríminum.
Hesir úlvar, klæddir sum seyðir við blóð á tonnunum.
Psykopatar í millum okkum, so hví fokk ikki eisini á toppinum!
Vit eta restir av offrinum hjá Hannbal Lector, í meðan tú hyggur eftir,
At skógurin verður festur av eldi.
Svangir pyromanar,
Gera tíni brennandi minnir til eina triðjagrads forbrenning.
Eg vil verða goymdur í skugganum, koma vekk úr tí trunkanum,
Alt for dømandi forførandi, so nemt halt teg uttanum.
Steen er eitt problem og føroyskt rapp er loysnin.
Eg veit alt um informatiónir, ið verða kroyst' inn.
Verðin verður stýrd av monnum, ið njóta vold,
Og politistar eru korruptir so hvar skal mann rópa um hjálp.
Sig mær.
Hvør er ein svíkjari og hvør er tín vinur,
Og hugsa um pedagogurin var ein pedofilur.
Hvør gongur fram við?
Sikkur fult av psykopatum, stemplaðir sum hasharar við nøsini á banum. Eg segði:
Grasið er ikki grønari á hinari síðuni.
Extra extra!
Vakna til hesi tíðindi.
Føroyar!
Fleiri ár aftanfyri ein stóran bý, verðin endar í 2012, vit hava góða tíð.
Modernaðar slavir og hvør hevur maktina,
Djevulin spyr um dans, tí tú klárar ikki at halda taktina.
Rótin til alt ilt liggur djúp í ond, og vaksur út sum horn og spjaðist út sum korn,
Og leiðir víðari, sum hond í hond til øll fremmand lond, men er ei nokk,
Swangah tekur yvir, kom!
Sleptur út á minufelt, men taka stór skritt, kløkka svøvngangarar, tá vit koma inn, opna eyguni.
Ganga har sum ganga blindur í synd og opna eyguni.
Tá vit koma inn, og vísa vegin í gjøgnum tunnilin,
At lív og beinagrind, frí og forfylgd.
Smíl og skyldi blóðspill.
Nevi ímóti himmalinum, rebelskur apostil,
Sløkki tostan við einum molotov cocktail!
Skrivi rím niðri í kolkjallaranum og brenni fokking lorti av,
Spjaði vreiði tí tað havi eg nokk av,
Og tað eg havi rakt fokking gott av, tí eg lossi bara rátt av.
Transformeri Svartafoss til reyðar fossar,
Flowi á mikrofonini, í meðan blóðið tornar,
ja, Swangah Dangah!