top of page

POINT-BLEKK ft. SLAINE & CELPH TITLED

Eg føli enn, at meiningin er blivin tikin yvir av røddunum.

Friðurin livir við jalousi í mjørkanum, verðin flowar nú á ódnunum við beatinum frá vøddunum,

tí skilið hjá fólkinum fellir niður nú við høvdinum.

Rutan breyt í sundir tvey, frá hungursneyð til at munga fame, buldrið bleiv til Guð og faith, tá munnurin skeyt við kuldashakes

Eg veit hvør spular AIDS, verðina runt ráða slaves, tvinga fólk at stuðla breyt, í tankagongd við hugarape.

Tit líta á ordrarnar og bíða eftir formlinum, drekka pínu til í morgin og blása stríðið við torvinum,

meðan trýnið av storminum ger man ríkur í formin, sum prísar ríkið á torninum meira enn lívið hjá borgarinum.

Men fuck akta nú, vit traðka út við sál í bein’, mála tein og sikta enn eftir framtíðini sum Columbine.

Tit síggja dráp og crime, vit síggja dollarsigns, drepa fyri at eta sjálvt um kontoin er bonafied.

Og shotcalla “buck” rópa eftur homicide, tín pína verður brúkt sum tann deiligasta lollibye.

Tað er nú tað vísast skal, at Ghandi var við síðurnar av, eitt eyga fyri eitt eyga, øll eru blind her atlíkavæl!

 

Nú leiðin stendur fast, øll sprinta runt, bakka upp av rygginum,

blóðtrongd til Babylon, dómadagur lyftist upp.

Gott fyltir upp, vápnaðir i sinninum

(Kill, kill, kill, ‘em all)

Ein og hvør í siktinum við headshots!

Bakka, bakka, bakka!

 

Aftan læstar dyr, roykskýggj og brotin spegl.

Við insomnia, sveittabrot, eg síggi alt blíva kollvelt.

Framtíðin er nú, og tey recorda hvørt mítt fótafet, sum um eg livi lógleyst, alt mítt skal verða góðkent.

Eygað í himmalinum veit, um eg traðki skeivt og heldur vakt, so eg haldi høvdið beint, til eg ikki orki meir og bróti takt.

Fót á kant’, sjálvmorðs tankar, vón at lenda og róta alt.

Visjón og makt vakja lemmings úr heilavask við gróðurreins. 

 

Leiðin stendur fast, øll sprinta runt, bakka upp av rygginum,

blóðtrongd til Babylon, dómadagur lyftist upp.

Gott fyltir upp, vápnaðir i sinninum

(Kill, kill, kill, ‘em all)

Ein og hvør í siktinum við headshots!

Bakka, bakka, bakka!

 

bottom of page