top of page

MILLUMFINGURRAP

Tað sær út, sum fólk ikki fáa nokk av hesum fingrinum

So eg gevi tykkum eitt fist fokk, sum vist nokk minnur um

Tyson í ringinum, hetta er ragnarrokk í live myndum,

Flowar sum Nóa, í móti tí harða vindinum.

Illur um at fólk vurdera, at tað vit gera er bara fyri at provokera.

Fokusera uppá lort, tað er tað, sum er ímillum oyruni.

Tú lurtar eftir hvørjum orði, men eg veit, tú ikki hoyrir meg, so koyr meg

For frá, og føl meg sum tingini frá Loyndini, poetiskt topp 3, men tit gloymdu meg.

Aldrin vil eg bakka út, mítt orð er morð og vil snakka nú!

Vælkomin til veruleikan

Hvat sker her heima

Tit foking provokera for heita, koyr hann upp!

Øll verðin einist, hvør her skal steinast, ein fingur definerar tað heila

Koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp

Koyr hann upp, koyr hann upp 

Koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp

Koyr hann upp, koyr hann upp 

Kom kritisera millumfingurin, tað er fokking uppá tíðina,

Men minst til, hann kemur og svingar við hinum fýra.

Rýma tá vit ríma

Spýta føj

Við síðuna,

Smíla til pínuna,

Pínadoy

Tað fína.

So tað tú nú fært, er eitt dekorerað útvarp, krúthart kastar alt vekk, alt er útvalt

Psykotiskt, æðrar bresta í mínum skalla, konfliktir so illur, villir tankar vakna

So akta, oyruni undir kummuni, eg hoyri lort,

So óansvarligur, farligur og einki koyrikort.

Men fokk alt, nokk sagt, og eina øl eg opni

Eg lúgvi ikki um, at eg tendri uppá feitar sum Tobbi,

Á toppi!

Við Sosialinum, Portalinum og radionum, sum stýra planunum í hesum landinum,

Men alt er líka mikið, um fólkið bara trívast kann.

Fokk tað, tín fingur sigur alt, so lat meg vísa hann!

Vælkomin til veruleikan

Hvat sker her heima

Tit fokking provokera for heita, koyr hann upp!

Øll verðin einist, hvør her skal steinast, ein fingur definerar tað heila

Koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp

Koyr hann upp, koyr hann upp 

Koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp

Koyr hann upp, koyr hann upp 

So ikki brúka mína tíð, upp á alt títt fokking stríð,

Acceptera, at eg havi frí, ella komi eg forbí.

Ein fingur til tín og alt títt kompaní, so viska nú títt smíl, ella komi eg forbí

Hetta er ikki eitt indexfingur rapp, hetta er ein millumfingur upp til alt,

Tí teir frá Swangah, lata bollarnar hanga

Hetta er ikki eitt indexfingur rapp, hetta er ein millumfingur upp til alt,

So lorturin fær ein enda, so skjótt sum vit lenda!

bottom of page