top of page

MARRATHON

Bensin í blóðinum, brennandi spurningar, eg rópi upp, men siti sjálvur fastur í heita stólinum, bundin og funnin, fullur aftanfyri knústa róðrinum.

Síggi fyri mær kransar við blómum, fyllast í ljósinum.

Blinkandi sirenur, men alt er kvirt.

Steen er slongdur út á vegin við høvdinum fyrst.

Føli pínu, fái ikki rørt meg, hoyri hvín viðhvørt úr bilinum, har øll fólkini eru slødd.

Meiri lík í mína last.

Mítt bein fast, eg vil undan skyld, tí alt var ikki so illa meint!

Hevði eg kunnað valt, vildi eg sjálvur kvalst í egnum blóði og vart hini, givið teimum øllum ein nýggjan kjans.

Meðan lív mítt speglast í glassplintum, flashback frá krassjinum: ein stór fløska av Jack D, sum leitandi melur, skyldin til sorgardagin, men eg veit hon peikar á meg, deyðin skuldi tikið mítt ístaðin.So hvar er Guð, tá man hevur brúk fyri hjálp?

Hini hava trongd til eina hond.

So hvar er Guð tá man hevur brúk fyri hjálp?

Rópi upp og loadi upp, men alt eg hoyri er:

 

Ready, set, go!

So eg renni við aggressjón, til eg sveitti blóð, fangaður sum djór,

mítt róp er uttan ljóð, men við lívið í eygsjón, eg lyfti fót eftir fót.

Tað er Marrathon.

 

Mítt status so kritiskt, at runt í radius tað fyllist til eitt kaos, sum hyggja inn, eg føli sorgina frá eygunum, so tragiskt og bilsin. Og hoyri stadigvekk teknikkin frá respiratorinum við styrki til andadrátt.

Tað er nervapirrandi, ger pláss, eftirfylgjandi forlongd nátt, livandi men stuck.

Sveittin rennur av læknanum, sum illa nokk far tonkt, meðan vitnini royna at sissa seg, forvirraði av sjokk.

Inn til stríðið ríkur úr honum, troyttur hann stýrir snútin runt í móti bíðirúminum, trongt, tí alt er stúgvað upp vid búrhundum i rútinum og frúunum, sum júka upp til Guð, um at vit klára úr hesum.

Men enn í búrinum, eg kempi í mínum høvdi, renni fyri lívinum, detti um eg steðgi.

Freistingar til vinstru, heidningar til høgru, deyðadómur á mínum ryggi, men í sikti og síggi eg einki.

So í hvørja kós er mít endamál?

Hvørt trin er gjørt við livurhøgg, so móður tað pressar á, men merki tá, eg detti frá, at redda sál fra endabál. At tað sikkurt eru konsekvensirnir frá tí pennurin sá í skeld og dráp.

So eg hopi læknin har kann finna meg, og rætta mær eitt aftursvar, tí alt í mær er spyrjandi.

Eg traðki á tær við makt í lær’, tí eg ætli mær út livandi.

Men alt tað fær meg aftur har, eg staddir var í byrjanini.

Hvat er dreymur og hvat er ordiligt her?

Sig mær, tá man er deyður, verður man koyrdur her? Tað er sum ein horvin verð, hugsandi eg gloymi ferð.

Loadi upp og rópi upp, men alt eg hoyri er:

 

Ready, set, go!

So eg renni við aggressjón, til eg sveitti blóð, fangaður sum djór,

mítt róp er uttan ljóð, men við lívið í eygsjón, eg lyfti fót eftir fót.

Tað er Marrathon.

Renn, Renn

bottom of page