top of page

KOX DELUXE

Eg eri sum toppskot, tá tú fleyg høgt,

Góð pausa men deyð loysn

Blandi ynskir sum gandakynstur,

Troldmaður í eitt tvey-smøgs

Eg verði nakkaður, rullaður,

Men slái eg aftur, so sovna øll
Tendra uppá meg sum 69,

Gev blowjob og eg bjóði høvd

Upp í svampar, leiði hond, uttan ansvar

Harlig trongd, so ja, kundin nassar,

Men deilig song til tínar tungu tankar

Flowi so elegant, ólógligt, men relevant,

So glóðin kom fram (langt)
Áðrenn óhappið í Nemoland

Eg eri sum kunst í húsi á bæði munn og snúti
Hungursrúmið í tínum fulla búki,

Sunnudagsbrúkið fyri hundasjúku

Og sunt fyri fjúsið, tá tað er stutt til krútið

Luft til búrið, gull til krúnu, bara hugsa og brúk’ meg við fornuft og rúti

Natúrliga ment, 100 prosent, men kalla meg 120!

 

Fyll hetta í høvdið

Fyll hetta í høvdið

Fyll hetta í høvdið

Alt runt um meg følist gott
Ja, nú síggi eg klárt
Haldi eg havi fingið nokk (so bumbaður)

Títt time-out, tín chill-pill, títt hæddarpunkt til eitt freistað kall
Títt vikuskiftið, tín dagligdagur, títt eitt og alt
Tín kærleiki, láturkrampi til harðligt tvætl
Inn at digga eftir meira fjalt, út at rulla eftir heimaball
Fuck off, um tað er pot-lort
Thumbs up, um tað er top-notch
Leggi av tí tað er nokk gott
Leggi at um tað er gott nokk
Roykjara-lungur
Nervavrak um eg eri alvorliga sjúkur
Paranoia um eg doyggi ungur
Sum kroystir undir mítt óttans buldur
Gongur út yvir mítt tol og vit
Síggi meir enn títt logiska skil
Veit meir enn tú lova vil
Og fokk... hvar var eg komin til?


Fyll hetta í høvdið

Fyll hetta í høvdið

Fyll hetta í høvdið

Alt runt um meg følist gott
Ja, nú síggi eg klárt
Haldi eg havi fingið nokk

 

bottom of page