DAGIN EFTIR ft. KIRSTIN
Eg liggi og stari uppundir loft,
áðrenn tað ræðuliga kemur uppá pláss.
Finni útav hvørjum staði, eg liggi avdottin, atvoldin til hetta lagið (fuck).
Blóð á knúgvunum, t-shirt slitin upp, hond full við pentum, eymt, fult við merkjum.
Eg gekk runt í regninum, rópti eftur gentum, fingur móti politistum og bleiv frelstur av onkrum merkiligum.
Hvat er hent? Guð viti!
Skuldi havt lurtað eftir Steen, og ikki tikið tann síðsta har. Men líka mikið!
Gjørt er gjørt, myndir koma so hvørt í mítt høvd.
Skráli innantanna so hart, eg hoyri mína egnu rødd.
Eygað móti fløskuni, sum sigur “drekk vekk”.
Hon verður vend, tí hetta vil eg ikki mínum egnu fjendum.
Eyka timburmenn, ringan smakk í munninum, høvdið bankar, um eg fari upp, verður hetta túsund ferðir verri enn:
Sjey tendrarar men ongan sigarett pakka og onga telefon, eiheldur nøkur fuckin’ mappa.
Eg má verða blivin nakkaður, so er tað sagt.
Eg drekki fanimi ikki aftur fyrr enn næstuferð.
Eitt glas afturat og eitt fall framav
- til eg detti útav.
Kasti meg út í gloymskunar hav,
- drekki til tað einki eftir er av.
Timburmenn frá buldrinun á bassinum.
Todnaður eg hungri eftir vatninum.
Myndir renna í rundingun í tankunum
So rastleysur eg liggi, men for tungur til at traðka upp.
Alt gólvið er á yvirflóð við skrell og líkum
Og borðið er dekorerað her við brennivín
Eg føli at eg má tøma meg, men steðgi tí
Eg eri bangin fyri, at tad er eldur í pissinum, tá eg sleppi tí (blackout)
Verri stríð, skilið blátt sum eyga, tað eru pengar enn í mappuni, men visakorti er sperrað.
Eg chekki boðini frá ubesvaret opkald “Hvar fuck ert tú, Steen? Ragnar er blivin knocked out”.
(Wow) Sjokk ja, men innast inni “fuck tað”, merkiligt nokk so føli eg meg eitt sindur betur og hugsi ”gott av”, (shit) tað lágt, ja, teinki í meðan eg halti heim:
“Fuck hetta her, síðstu ferð, nú er tað nokk, aldrin meir”.
Forvirraður og stadigvekk eitt sindir typsi, mín tunga smakkar reyðvín men andin blæsur whisky.
Eg smakki stilt til javnaran í holini, og royni at finna málið, meðan eg gangi gjøgnum sporini.
Eitt glas afturat og eitt fall framav
- til eg detti útav.
Kasti meg út í gloymskunar hav,
- drekki til tað einki eftir er av.
Tá glasið er tømt – eg fyllist upp.
Tá gott er ónt – eg lyftist upp
Eg kan skola títt stríð vekk sum restir,
og leggi mín prís á dagin eftir!
Einki er nokk – standi sterkt.
Einki roks – tak meg bert
Eg mæli meg runt, til einki stress er,
og leggi mín prís á dagin eftir!