top of page

ALMENN HYPNOSA

Eg forklári poetiskt, eg komi sum penis

Orgasmiskt, fantastiskt, beint út, konkret shit

Klókt akademiskt, eitrandi, kemiskt

Eg eri Harrin, tú ert ein reyvslikkari, Jenis.

Lívið er ein frek bitch, sum snýtir teg so snedigt.

Tí tað er so nógv lort í luftini sum Elis.

Tað er ringt úti, keðiligt, halt teg saman sum Tetris

Klárar tú ikki stríðið, so sit inni sum Cren.

Einki nýtt, men tað er djúpt, tá tað sjúka verður brúkt

At forhindra fólki frá sannheitini og at liva lívið ríkt

Vísdómsorð á títt borð

Tí við pengum og hor kemur gleðin umborð, men alt skilið fer í sor

Vit eta ein bita fyri at liva, onnur liva fyri einum bita

Men tað er eingin krisa, bara tú kanst búkin fita,

Finn tær eitt pláss at sita og lurta eftir tí, vit vita

Um hel á jørð Ragnar, fortel teimum hvussu vit liva.

 

Demoniskt og komiskt

Rættari sagt hopleyst!

Í skugganum hava vit funnið ljós við torvi og alkoholi

Fokk átta til fýra! Vit fýra átta joints og stýra okkara shit

Og blíva við at ríma, ikki fyri tað ríka, men fyri at fáa fólk at lurta

Og spyrja, um tað er ein grund til at smílast

Og um tað ikki er djevulin, sum er við endan og bíðar.

Eftir tær og mær og tað er avgerandi, hvat tú gert og nær,

tí tú veitst ikki fyrr enn tú ert endaður har.

Fólk selja sína sál, fyri at røkka sítt mál.

Joina kult og fokking dansa um eitt bál.

Sjúkir leiðarar, sum leiða okkum í tað sjúka.

Tað vit byggja upp, er til teir at brúka.

Tað er okkum teir knúsa, so teir kunnu rúsast av makt

Í meðan vit ganga í takt og gera sum verður sagt

Okkara frælsi er tikið, hvat fokk verður næst!

 

Boðskapurin larmar sum ein "Twelve Gage" blau!

Pilka høglini úr høvdinum, og so tak av.

Tú endar sum ein slava, eitt produkt av hvat eg var

Áðrenn robottar vóru eitt Government tilfar.

Global warfare er alt tað mann sær

Heldur ein kúla enn eitt microchip í hjartanum hjá mær!

Fongslini fyllast, atmosferan verður fokkað,

So lat eyguni opna, tí hypnosan má stoppa!

 

Problemið er systemið, renn meg

Tað eru knollarnir á toppinum, sum missa okkara pengar, men vinna premiu.

Pengar!

Eitt sataniskt meistaraverk

Bara lat inn títt CV, um tú ert høgt uppi í føðiketuni!

Stýrir tú lortinum við kortinum, tú ert givin.

Ein jokari við S'inum burdi fokking verið sligin,

Men tú veitst ikki fyri enn tú ert blivin rivin niður

Av satan og gongur blindur runt sum øll hini!

 

Eg eri púra samdur!

Líka mikið hvat mann ger, og um mann ikki trýr uppá hokus pokus og gandir

Fokk tín aldur, alt ov ungur og óvandur

Og eitt lætt offur til alt tað, sum hann ger

Stand her! Vakna! Fokking, sig stop!

Tí tað fyrsta er egoisma, so tú botnar eitt shot

Tú verður lokkaður við narkotika

Lokkaður við erotika

Men verður alt betur?

Eg veit ikki, eg hopi tað.

Alt handlar um pengar, dollarar og euroes

Smábørn vilja blíva Al Capone og Dinero.

Tað, eg sigi er gróthart og tí er tað ósmart at lata djevulin uppfostra børnini ígjøgnum eitt sjónvarp

Verið klár til kríggj!

Vit eru klár til kríggj!

Og øll sum standa fyri, sleppa at smakka blýggj!

Alt er svart og hvítt! Einki okkara, bara mítt

Fólkini verða snýtt, men hatta er einki nýtt.

bottom of page