top of page

Á KANTINUM (FUCK ALS)

Fokk hetta lívið, eg má skaffa mær pengar.

Ja, eg havi eina plan, um tú klárar konsekvensirnar.

Tú veitst eg eri down, hvat hevur tú í tínum tankum?

 

Eitt stickup, vit nakka alt í Føroya Banka, bróta inn klokkan fimm,

tí tá verða eingin kundar, revolvaran upp í luftina, kassadamurnar verða bundnar,

stjórarnir eru til fundar, so um vit eru stillir, sleppa vit frá at drepa tey, sum verða vitnir.

 

Ljóðar gott, hann sum spælir Batman er deyður, men vit mugu líka fáa stýr uppá okkara greyðir.

Alt kann næstan brúkast, einki er for nógv, revolvara, handskar, masku

(check!)

Get-away-bil og eina tasku

(check!)

Og upp á hendan mátan koma pengar nemt í okkara sekk

Gott, í morgin klokkan fýra, vit møtast í Svanga.

Ja, so kom til tíðina, tí einki skeivt kann henda.

 

Eg vil hava meira pengar, sum eitt svakt!

Systemið, systemið, systemið er oyðilagt!

So harra løgmaður, tú burdi hildið vakt!

Tí fyri at fáa pengar, kann eg finna upp á alt!

Gev mær myntir, gev mær seðlar,

Gev mær alt tað, sum tú fortjenar.

Eg havi pengar á mínum heila, tað heila er um pengar,

Eg hungri eftir meira, til lívið hjá mær endar.

 

Hey man, ert tú klárur? Nú er tíðin nú komin.

Eg var føddur til hetta, nú er hurðin bara opin.

Okey, inn og út, minst til: einki politi.

Ja ja, tak ein guv og fá nervarnar í frið.

Fínt kom avstað, ger maskuna klára og kom í rætta lag.

Fokk tað, kom vit ordna tað, hetta er einki problem.

Ja ja, tú koyrir, vit fokka teirra system.

Fokk tað verður gott at sleppa vekk frá hesum landinum.

Ja til Hawaii at kika tøsum á sandinum.

Cigarir dagin langan,

Ja, lívið skal livast, og búkurin hevur larmað for leingi, so nú skal hann fitast.

Men vit eru har nú, so opna oyruni, Steen ert tú við? Kom nú!

Ja, eg hoyri teg.

Eg parkeri bilin her, ger teg kláran, tað er nú.

Okey, no mercy, taka pengarnir og út.

 

Eg vil hava meira pengar, sum eitt svakt!

Systemið, systemið, systemið er oyðilagt!

So harra løgmaður, tú burdi hildið vakt!

Tí fyri at fáa pengar, kann eg finna uppá alt!

Gev mær myntir, gev mær seðlar,

Gev mær alt tað, sum tú fortjenar.

Eg havi pengar á mínum heila, tað heila er um pengar,

Eg hungri eftir meira, til lívið hjá mær endar.

 

Hetta er eitt bankarán, sigið eitt orð og tit verða dripin!

Hon sjálv, vís mær pengaskápið og tak lykilin,

Hald fólkini í frið, mann skal ikki hoyra tey anda.

Okey, so skunda tær, ikki lat meg bara standa.

Ja ja fínt, so kom nú tín hora, opna skápið og koyr allar pengarnar í mín posa.

Hey, hvar blívur tú av!?

Bara róligt, vit koma. Um fólkini siga nakað, so leggja vit tey at sova.

Hatta tók sína tíð, hví er lebastift á buksunum?

Tað er fokking líkamikið, vit hava viktigari ting at hugsa um.

Tak taskurnar, vit fara, okkurt følist ikki rætt.

Fokk, politiði er uttanfyri - øll her inni haldið kjaft!

Finn eina hurð í ein fart.

Beint her, vit ditcha bilin. Vit mugu bara renna, eg kann ikki blíva tikin.

Fokk, hatta er Ragnar, maðurin koyrir skít.

Kastið taskurnar inn!

Fokk, tað var gott tú kom forbí.

 

Eg vil hava meira pengar, sum eitt svakt!

Systemið, systemið, systemið er oyðilagt!

So harra løgmaður, tú burdi hildið vakt!

Tí fyri at fáa pengar, kann eg finna upp á alt!

Gev mær myntir, gev mær seðlar,

Gev mær alt tað, sum tú fortjenar.

Eg havi pengar á mínum heila, tað heila er um pengar,

Eg hungri eftir meira, til lívið hjá mær endar.

bottom of page