top of page

ÁÐRENN VIT FLAGGA

Ja, hetta er sveitti og tár, lið um lið á eitt landslið.

Ein boðskapur, ið rakar skallan sum nazis.

Mín lívsstílur er aldrin bleytur á eitt hart beat, so statt við, fær avstað ella halt kjaft, please.

Hvat sker champ, eg taki eitt skot fyri belti. Einki merki sum logo - Mítt logo er Merkið.

Felli ego trips í essinum, tí eg nokti at blandast við, og toppi á motivering meðan tit botna í jalousi. 

Tey hata, tá tú vilt upp 

Elska teg, tá tey nassa

Smíla, um tú ikki hevur minus

Snerkja, um tú skorar kassan

Kamofleraðar slangur rósa sum bass til musikkin

Men skjót at spotta teg sum bonkpress – aftan fyri ryggin

Hetta er til gjøgnumbrot í sving og karismuna, ið geylar

Sum insomnia,  eg noyði realismu í dreymar

Hang í, sláið ring, tí hvørt trin er fyri søguna

So vit skjóta eftir verðini, sjálvt um málið er tað føroyska!

 

Tað er mítt mál, mítt orð og mítt lív (kom upp!)

Mín tjóð, mín løta, mín tíð (kom upp!)

Mítt val, fokk at pynta ein lívsstíl (kom koyri á kom!)

Tí áðrenn vit flagga!

 

Kom ein, kom øll

Kom ein, kom øll

Kom ein, kom øll

 

Er hetta dropin, ella síðsta skrittið tikið fram til toppin?

Er hetta andadrátturin, eg taki, áðrenn eg raki botnin?

Splittsekundið har eygnalok og hop latast aftur.

Tá maktarsloysi, ið bítur inn á bein, og orð takast aftur?

Nah, hetta er blóð á tonnina, eftir slagið eg reisist upp

Hálað niður við makt, men siggja flaggið tað heisist upp

Mali verðina á  triiðja fingri, so eg kann bora eitt fokk inn í tey, sum undirmeta okkum, eg kenni mítt pláss

Eg háli grundina upp, varpi ljós á haturin, so tey noyðast at venda um

Ein gud, so eg trúgvi upp á meg sjálvan, einki blasfemi

Geri tað eg brenni fyri, er tað skeivt so lat meg brenna í frið

Tey fronta til tey renna frontalt og tosa lort, standa føst á síðulinjuni, løbið er koyrt.

Breyt úr natúr, og konfrontaði mín størsta fjenda

Tók sakina i egnar hendur, og endaði við at eg breyt speglið (fokk tað).

 

Tað er mítt mál, mítt orð og mítt lív (kom upp!)

Mín tjóð, mín løta, mín tíð (kom upp!)

Mítt val, fokk at pynta ein lívsstíl (kom koyri á kom!)

Tí áðrenn vit flagga!

 

Kom ein, kom øll

Kom ein, kom øll

Kom ein, kom øll

bottom of page